Men báðir máttu stríðast til tað síðsta fyri sigrinum.
Víkingur hevur framvegis fult stigatal eftir, at liðið vann við Margáir. EB/Streymur gav mótstøðu og fekk minkað um munin niður á eitt mál móti endanum, men Víkingur bant fyri og økti til 3-1 í 91. minutti. Hjá Víkingi var gleðiligt at síggja, at Aron J. Ellingsgaard var á vøllinum aftur, tí ógreitt hevur verið, nær hann fór at spæla aftur.
KÍ spældi í 80 minuttir við 11 móti 10 eftir, at Frederik Holst fekk eitt býtt reytt kort í 19. minutti. Hóast hetta so hevði KÍ tað torført og summir áskoðarar vóru byrjaðir at fyrireika seg uppá ein 0-0 javnleik, tí KÍ trýsti ikki nakað nevnivert, tá KÍ púra burturúr ongum skoraði til 1-0 uppá eitt tilvildarligt mál, sum var eitt langskot umvegis eitt 07 Vestur bein. Eftir hetta fekk KÍ skapt nakrar stórar málmøguleikar og økti til 2-0 í 89. minutti.
Úrslitini:
EB/Streymur-Víkingur 1-3
KÍ-07 Vestur 2-0